B36 hevur síðstu tvey umførini hálað fýra stig inná Víking.
B36 vann tepran sigur í Sørvági og tá Víkingur bara spældi javnt á Toftum, so eru bara tvey stig á muni millum Víking og B36. 4. plássið kann hjá B36 geva Evropapláss, um KÍ vinnur løgmanssteypið.
Í Suðuroynni vóru tvær málveitslur, tí í tveimum dystum komu heili 17 mál. Einki broyttist í topp 3, har NSÍ eisini vann á Eiði.
Úrslitini í 21. umfari:
TB-HB 2-7
FC Suðuroy-KÍ 2-6
EB/Streymur-NSÍ 1-3
07 Vestur-B36 0-1
B68-Víkingur 2-2