Nú hevur ÍF sett nýggjan høvuðsvenjara.
Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so er alt nú komið uppá pláss sum ger, at Jákup Martin Joensen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá ÍF.
Jákup Martin vann í fjør løgmanssteypið við HB og var árini frammanundan 2019-2022 venjari hjá EB/Streymi. Sum skilst stendur hann fyri venjingini í kvøld og verður tí á síðulinjuni á Svangaskarði í morgin í kappingini um løgmanssteypið, tá B68-ÍF møtast.