HB-kvinnurnar vunnu leygardagin steypafinaluna móti KÍ 1-0 og eru sostatt steypavinnarar fyri fyrstu ferð síðan 2019.
Mánadagin bjóðaði kommunan teimum í Móttøkuhúsið, har Elsa Berg, borgarstjóri, bar teimum eina heilsan og millum annað segði:
"Vit vita, hvussu nógv tað hevur at siga fyri trivnaðin í býnum og í kommununi, at vit hava væl virkandi ítróttafeløg. Tit skapa virðir, sum ikki kunnu gerast upp í pengum: Virðir sum samanhald, stríðsvilji og trúgv uppá egin evnir.
Og tá tit so eisini vinna, verður tað bara upp aftur betri!
Málið nú má vera at koma tættari at teimum báðum fremstu liðunum í kappingini um føroyameistaraheitið – tit hava longu vunnið á teimum báðum í ár, so hví skal tað ikki bera til?"