Meðan HB fyri nøkrum vikum síðani helst var greiður favorittur at vinna finaluna um løgmanssteypið, so er tað broytt síðstu vikurnar.
Tað sum framvegis talar fyri HB er, at í landskappingini gjøgnum 27 umfør var HB heili 18 stig betri enn B36 umframt, at B36 ikki hevur vunnið á HB í innanhýsis dystum síðani 2019.
Hinvegin er nógv sum talar fyri, at tað verður ein spennandi finala.
Jøvn uppgerð
Hanus Sørensen er helst nær við at verða besti HB-leikarin í ár. Men fyri nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at hann kann ikki spæla steypafinaluna, tí hann skiftir til Celje í Slovenia 1. november. Hann hevur verið við allar dystirnar móti B36 og hevur eisini mentalt verið ein leikari, sum hevur koyrt nógv uppá í miðlunum, at B36 hevur so ringt tak á HB.
Hyggja vit eftir síðstu innanhýsis uppgerðini, so endaði hon við javnleiki 2-2. Ein dystur, har B36 var tvær ferðir á odda, og har B36 vann í væntaðum málum. Taka vit stigaúrtøkuna eftir summarsteðgin, so hevur HB 20 stig og B36 18 stig, so er er næstan eingin munur.
Kanska er HB framvegis favorittur, men nú so lítil favorittur, at tað kemur ikki sum nakar skelkur, um B36 vinnur løgmanssteypið.
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið 2024 á bolt.fo hava: