Føroyingurin við málmetinum á U21-landsliðnum fer nú uttanlands at royna seg.
Sambært fleiri góðum keldum hjá bolt.fo, so er 22 ára gamli Stefan Radosavljevic úr HB nær eini undirskrift í einum felag í bestu deildini í Írlandi. Sum skilst er talan helst um Sligo Rovers, har hann helst verður kunngjørdur í hesi vikuni, um alt gongst sum ætlað. Sligo Rovers spælir í bestu deildini í Írlandi og endaði í fjør á 5. plássi av teimum 10 liðunum.
Sligo Rovers spældi í fjør í Conference League, har liðið kom til 3. umfar við m.a. at vinna samanlagt móti Motherwell úr Skotlandi.