Fyrrverandi TB, B36 og HB-leikarin heldur neyvan fram í Sligo Rovers.
24 ára gamli Stefan Radosavljevic hevur síðstu tvey árini spælt við Sligo Rovers í bestu deildini í Írlandi. Har hevur hann ikki fingið nógva spælitíð í ár, men ein skaði frá juni til september gjørdi eisini sítt. Nú gongur sáttmálin skjótt út.
Stefan er fáorðaður um framtíðina, men sigur, at allir møguleikar eru opnir, tá vit spyrja, um tað kanska er møguligt, at hann vendir aftur til Føroyar.
Sambært FaroeSoccer er Stefan skrásettur fyri 44 mál í 146 dystum í bestu deildini. Síðstu árini er hann skrásettur fyri 10 A-landsdystir.