Nú er tað staðfest, sum vit mettu fór at henda. HB byrjar í 2. umfari í Conference League.
Tá HB vann løgmanssteypið í fjør so kundu vit sama vikuskiftið staðfesta, at sigurin helst hevði eyka stóran týdning, tí fóru framtíðarmetingarnar at halda, hvørji lið vunnu seg víðari í ymisku kappingarnar, so fór steypavinnarin at byrja í 2. umfari í Conference League. Hetta er nú staðfest og kemst av, at serliga KÍ og B36 síðstu fimm árini hava staðið seg so væl í altjóða fótbólti.
Hetta hevur ítróttarligan og fíggjarligan týdning fyri HB. Tí í 2. umfari hevur eitt felag tryggjað sær í minsta lagi 3,4 milliónir (hetta talið væntast at økjast eitt vet í nýggju kappingarskipanini sum byrjar í 2024, helst eini 10 % fyri dystirnar áðrenn bólkaspælið) ímun til, at ein ’’bara’’ fær 1,9 millión fyri at koma til 1. umfar. Felagið fær 1.50 stig fyri árið at koma til 2. umfar í mun til 1.00 fyri at bara koma í 1. umfar.
Mest sannlíkt verður HB ikki styrkismett í 2. umfari. Dystirnir verða leiktir 25. juli og 1. august.
Ein avbjóðing hjá HB við hesum er, at HB kemur ikki at verða í dystarvenjing, tá fyrri dysturin í 2. umfari verður, tí HB spælir síðsta dystin í landskappingini áðrenn summarsteðgin 4. juli, so eru tríggjar vikur áðrenn fyrra dystin í 2, umfari í Conference League 25. juli.
Fyri hini liðini er sannlíkt at:
KÍ verður styrkismett í 1. umfari í Champions League, men ikki í 2. umfari.
Víkingur verður ikki styrkismett í 1. umfari í Conference League.
B36 verður styrkismett í 1. umfari í Conference League og er á markinum til at blíva styrkismett í 2. umfari í Conference League.
Tað er altíð so, at um liðini vinna á einum liði við hægri styrkistali, so yvitaka tey styrkistalið hjá mótstøðuliðnum í umfarinum aftaná og kunnu tí møta einum liðið, sum ikki er styrkismett. Tað hendi m.a. við KÍ í fjør, tá KÍ vann Ferencváros.
Lutakastini til 2. umfar verður áðrenn 1. umfar er spælt og tí kann tað hava stóran týdning at verða styrkismettur til 2. umfar.