Tað eru nøkur ár síðani Føroyar møttu eins sterkum liði á pappírinum og tað fara at ganga í minsta lagi tvey ár til tað hendur aftur.
Vit skulu aftur til dystin móti Danmark í 2021 fyri at finna mótstøðu á sama stigi sum Kroatia er hesaferð, á pappírinum. Tann dystin avrikaði føroyska liðið framúr og kundi tað sama fingið stig. Síðani tá hevur einki lið, sum er komið so langt í endaspølum hesi síðstu árini, vitjað í Føroyum. Og við tað at Føroyar í 2026 skulu spæla dystir í deild c í Nations League, so verður tað í fyrsta lagi í 2027, at slík mótstøða vitjar aftur í Føroyum í kappingardysti.
Lyklaleikararnir hjá Kroatia í álopspartinum hava høgan fótbóltsaldur. Andrej Kramaric (34), Ante Budimir (34), Ivan Perisic (36) og Mario Pasalic (30) mannaðu fýra tey fremstu plássini móti Kekkia, tá Kroatia vann 5-1. Søgan sigur, at tað kemur fyri, at Kroatia vinnur stórt á útivølli móti smærri tjóðum, men oftari eru tað lítlir sigrar. Í 2023 1-0 í Armenia og 2-0 í Lettlandi, meðan tað fyrr í ár endaði 7-0 á uttanveltaðum vølli móti Gibraltar.
Hjá Føroyum hevur tað ofta eydnast at fingið heimadystir móti stórum tjóðum at blivi spennandi síðstu árini, men okkurt undantak er sum eitt nú tapið á 3-0 móti Kekkia.