Kann størsta føroyska úrslitið á útivølli síðani 2014 koma í kvøld?
Tá Føroyar vunnu sín størsta sigur á útivølli nakrantíð í 2014 móti Grikklandi, so minti støðan hjá Grikkalandi ikki sørt um støðuna hjá Póllandi undan kvøldsins dysti. Tað er kreppa hjá einum landsliði, sum annars hevur staðið seg væl nakað frammanundan.
Í 2014 var dysturin tann 4. í bólkinum. Grikkland hevði spælt móti Rumenia (heimavølli), Finnlandi (útivølli) og Norður Írlandi (heimavølli) og hevði bara vunnið eitt stig.
Undan kvøldsins dysti hevur Pólland, sum var styrkismett hægst í bólkinum til lutakastið eins og Grikkaland í 2014, spælt tríggjar dystir. Móti Kekkia (útivølli) Albania (heimavølli) og Moldova (útivølli) og hevur bara vunnið trý stig. Kreppa er á landsliðnum og stóra stjørnan Robert Lewandowski hevur víst sína ónøgd um hugburðin á landsliðnum.
Pólland er kroyst, men er framvegis stórfavorittur móti Føroyum á heimavølli frammanfyri stórari áskoðarafjøld. Men at møta einum trýstum mótstøðuliðið hevur áður verið eitt gott tekin hjá Føroyum.
Dysturin í Póllandi byrjar kl. 19.45. Dómari verður David Šmajc úr Slovenia. Hann var fjórði dómari til KÍ-Sheriff.