HB-álopsleikarin er ein av teimum við minst 16 málstigum, ið ongan sáttmála hevur fyri 2026.
Norski Emil Grønn Pedersen hevur 24 málstig og hevur sambært FaroeSoccer spælt 1488 minuttir. Fyrstu 12 umførini skoraði hann bara tvey mál, men uppá síðstu 12 landskappingardystirnar hevur hann skorað 15 mál og hevur verið besti álopsleikarin í kappingini hesa tíðina, um hugt verður eftir málum.
Av øllum leikarum við minst 16 málstigum í Betri Deildini er tað bara 27 ára gamli Emil og Klæmint A. Olsen hjá NSÍ, sum ongan sáttmála hava fyri 2026. Sum skilst er stórur áhugi fyri at fáa undirskriftina frá Emil, tí umframt áhuga úr føroysku kappingini, so vísa m.a. feløg úr næstbestu deildini í Norra og bestu deildini úr Íslandi eisini áhuga. Eingin avgerð væntast komandi fáu vikurnar, men skulu vit gita, so gita vit, at Emil ikki spælir í føroyskum fótbólti í 2026.