Tað tykist sannlíkt, at Adrian Justinussen verður seldur í summar.
Adrian segði sjálvur við bolt.fo undan landsdystinum móti Danmark, at hann vónaði at blíva seldur í summar. Nú skrivar Tipsblaðið um, at stórur áhugi er fyri leikaranum, sum hevur fingið eina flúgvandi byrjan í næstbestu donsku deildini. Tipsblaðið skrivar, at áhugi er m.a. frá Svøríki, Norra og Italia.