Kappingin, har eitt UEFA Youth League pláss stendur uppá spæl, er nú uttan trý av teimum feløgunum, sum vit yvir longri tíðarskeið hava sett í samband við at verða millum størstu feløgini í ungdómsfótbólti.
Hyggja vit eftir U17-kappingini í ár, so stendur meira uppá spæl enn nakrantíð áður. Vinnarin sleppur at spæla í UEFA Youth League í 2024, sum vit skrivaðu um fyrr í ár.
Men í hesi deildini, sum hjá nógvum verður mett sum elsta deildin, har bestu ungdómsleikararnir spæla, so síggja vit fleiri ting, sum fella í eyguni. NSÍ hevur ikki luttikið í A-bólkinum, KÍ flutti niður í B-bólkin í summar og í hesi vikuni er greitt, at B36 hevur tikið sítt lið úr kappingini, sum var í A-bólkinum. Hetta man verða fyrstu ferð í nýggjari tíð, at vit síggja ein meistarabólk hjá U17, har KÍ, NSÍ og B36 ikki luttaka.
HB liggur á odda í meistarabólkinum og vann heili 9-0 í toppdystinum móti Skála. Hini liðini sum framvegis luttaka í A-bólkinum eru Víkingur, 07 Vestur og TB/FCS/Royn. Sjey umfør eru eftir. Sí stigatalvu niðanfyri.