Í kvøld var ítróttarfagnaðurin í Løkshøll í Runavík.
Tríggir stórir heiðrar vóru til fólk úr føroyskum fótbólti. Niklas á Líðarenda vann heiðursskjal Pól E. Petersen, Jóhan Petur Poulsen úr Víkingi var besti venjarin og Hildigarð Eliasen úr ÍF var ítróttareldsálin.
Víkingur skrivar:
HEIÐURSSKJAL PÓL E. PETERSEN
Niklas á Líðarenda, ein dómaraeldsál í okkara felagið, hevur júst vunnið, helst størstu viðurslønina í føroyskum ítrótti, heiðursskjal Pól E. Petersen
Niklas hevur dømt í eitt mannaminni, og er ein sonn ítróttarfyrimynd
Hjartaliga tillukku við kempistóra heiðrinum Niklas, og takk fyri títt stóra íkast til føroyskan ítrótt
ÍtróttarVENJARIN 2024
Okkara Jóhan Petur Poulsen hevur júst vunnið heiðurin sum besti venjarin í Føroyum 2024. Ein heiður, ið hann av sonnum hevur væl uppiborðið
Hjartaliga tillukku Jóhan Petur! Tú ert gullverdur fyri okkara felag
ÍF skrivar:
ÁRSINS ÍTRÓTTAELDSÁL
Í sambandi við, at Hildigarð Eliasen í kvøld hevur fingið heiðurin sum ársins ítróttaeldsál, verður opið hús í ÍF-húsinum í morgin, sunnudagin, frá kl. 16.00, har drekkamunnur verður at fáa og høvi verður at heilsa uppá eldsálina.
Vit vóna at síggja nógvar ÍF’arar, bæði ung sum gomul, og annars øll, sum ynskja at heiðra vinnaranum!
Hjartaliga vælkomin, øll somul!
Bolt.fo ynskir teimum trimum og øllum hinum til lukku við stóru heiðrunum.