Níggju av teimum 24 leikarunum, sum vóru úttiknir til síðstu teljandi landsdystirnar eru ikki við hesaferð.
Í morgun bleiv hópurin úttikin. Nógvir av berandi leikarunum síðstu árini eru ikki við hesaferð, í størsta mun vegna skaðar. Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð og Jóan Símun Edmundsson eru ikki við í hópinum hesaferð.
Mest óvæntaða navnið er 32 ára gamli Páll A. Klettskarð, sum er við í hópinum fyri fyrstu ferð undir Håkan Ericson. Útisetarnir Daniel Johansen, Andrias Edmundsson, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic og Pætur Petersen eru við og kanska vinnararnir í úttøkuni. Kanska størsti ’’taparin’’ í úttøkuni er Petur Knudsen, sum hevur sitið á bonkinum fyri formsterka Superligafelagið Lyngby síðstu vikurnar. Hann hevur ikki spælkt dystir í longri tíð, men fyri lyklaleikarar sum t.d. Jóan Símun Edmundsson hevur tað ikki verið ein forðing áður. Hin leikarin í Superliguni, Martin Agnarsson, er í U21-landsliðshópinum.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Gilli Rólantsson Sørensen
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Andrias Edmundsson, Águilas FC (Spania)
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Daniel Johansen, Fredericia (Danmark)
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Noah Mneney, Bryne (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
Pætur Petersen, KA (Ísland)
Sostatt eru hesir ikki við av teimum, sum vóru úttiknir til seinastu kappingardystirnar, sum vóru móti Turkalandi og Litava:
Sonni Ragnar Nattestad
Heðin Hansen
Jóannes Bjartalíð
Hannes Agnarsson
Jóan Símun Edmundsson
Gunnar Nielsen
Hørður Askham
Hallur Hansson
Andrass Johansen
Av hesum eru teir flestu skaddir. Her skal sigast, at venjingardystir eisini vóru í november og tá var talan um alternativan hóp, sum bleiv brúktur at síggja nógvar leikarar.