Víkingur gjørdist fyrsta føroyska liðið at spæla seg víðari í UEFA Youth League.
Víkingur vann ein flottan 4-1 sigur á Tórsvølli móti Narva úr Estlandi og tí vann Víkingur samanlagt 4-2. Málini skoraðu Dávid á Líðarenda, Arnór Brandsson, Jacob Bacalso og Bogi á Reynatrøð.
Nú er ein spennandi uppgáva fyri framman hjá Víkingi, tí Genk úr Belgia bíðar í 2. umfari. Sambært Transfermarkt hevur Genk fleiri útlendskar leikarar og fleiri sum spæla ella hava spælt á ungdómslandsliðum hjá Belgia ella øðrum londum.