Hóskvøldið verða tríggir dystir leiktir í Betri Deildini hjá kvinnum. Fyrsti dysturin í umfarinum bleiv spældur í síðstu viku, har Víkingur vann tepran 2-1 sigur á útivølli ímóti TB/FCS/Royn. Nú hóskvøldið eru so nakrir spennandi dystir á skránni um ein hyggur eftir stigatalvuni. Í Gundadali bresta HB og 07 Vestur saman, har liðini hava ávíkavist 10 og 8 stig undan dystinum. 07 Vestur hevur tó leikt ein dyst færri. Við Løkin tekur NSÍ ímóti B36. NSÍ liggur undan dystinum á 2.plássi við 16 stigum, meðan B36 liggur nummar trý við 11 stigum, har B36 eisini hevur leikt ein dyst færri. Tískil er lagt upp til nakrar spennandi dystir í umfarinum um ein hyggur eftir stigatalvuni. Síðsti dysturin í umfarinum er kl.19.00 í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti EBS/Skála. KÍ er undan dystinum greiður favorittur.
Dystirnir í umfarinum hóskvøldið 25/5:
Kl.18.00: HB-07 Vestur
Kl.18.00: NSÍ-B36
Kl.19.00: KÍ-EBS/Skála