Sum væntað fer HB at hava nýggjan venjara til komandi dyst.
Sum bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið eftir 7-1 tapið á heimavølli móti NSÍ, so kom tað ikki óvæntað á, um Adolfo Sormani og HB fóru hvør til sítt áðrenn dystin í Norðragøtu komandi vikuskiftið. Og í dag boðar HB frá, at Adolfo Sormani og hansara italska venjaratoymið hevur ynskt at blivið loystir úr starvi. André Olsen tekur yvir fram til nýggjur venjari er settur, ið væntast at blíva skjótt.
Í íslendskum miðlum hevur ljóðað, at íslendski Arnar Grétarsson hevur verið uppá tal í HB.