Landsliðsmiðverjin nærkast nýggjum felag.
Í Televarpinum í dag bleiv staðfest, at landsliðsmiðverjin Sonni Ragnar Nattestad í vikuni hevur vant við 07 Vestur. Venjarin Steffan Landro segði við Televarpið eftir dystin, at Sonni Ragnar er ein leikari, sum 07 Vestur hevur stóran áhuga at fáa. Hann segði, at 07 Vestur skal hava tveir ella tríggjar leikarar afturat áðrenn flytingarvindeygað stongir 15. mars kl. 16.00.