Bara ein gongur aftur frá undanfarna venjaratoymið.
Tá Håkan Ericson gavst fyri nøkrum vikum síðani, so gavst eisini alt venjaratoymið. Í nýggja venjaratoyminum til báðar dystirnar, sum eru eftir í ár, gongur ein tó aftur, sum er málmansvenjarin Geza Turi, sum fyri stuttari tíð síðani byrjaði á A-landsliðnum. Hinir báðir eru Eli Nolsøe Leifsson og Jákup Reinert Højgaard.
Eli Nolsøe Leifsson starvast í FSF og er kendur frá øðrum landsliðum, meðan Jákup Reinert Højgaard var ungi hjálparvenjarin hjá Jákupi á Borg í B68 í ár. Hann stó m.a. á síðulinjuni til avgerandi dystin móti NSÍ, tá Jákup á Borg hevði venjarabann.
Venjaratoymið til dystirnar í Armenia og Norðurmakedónia er hetta:
Høvuðsvenjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen
Kropsligur venjari: Eli Nolsøe Leifsson
Málmansvenjari: Geza Turi
Greinari: Jákup Reinert Højgaard