Vit hava gjørt eitt yvirlit yvir U-landsliðsúttøkur í 2023.
Yvirlitið er gjørt útfrá síðstu úttøkunum hjá øllum U-landsliðum á dreingjasíðuni. Seinni hava vit yvirlit á gentusíðuni. Yvirlitið vísir, at B36, ið eisini hevur størstu ungdómsdeildina í landinum, er best umboðað og saman við Víkingi í flokki fyri seg. Sostatt stendur Víkingur, ið ikki hevur fólkagrundarlag á hædd við fleiri av hinum, seg lutfalsliga sera væl. Tí bendur okkurt á, at Víkingur hevur gott grundarlag til at framhaldandi at blíva nógv lokalasta liðið í bestu deildini.
Tilsamans av 96 plássum:
16: B36
15:
14:
13: Víkingur
12:
11:
10:
9: HB og KÍ
8: NSÍ, 07 Vestur og (uttanlands)
7:
6: EB/Streymur og B68
5: Skála
3:
2: AB og TB
1: ÍF, Royn, FC Suðuroy og B71
0: FC Hoyvík, MB og Undrið
Vit kunnu so hyggja aftur á 2022, men torført er at samanbera. Tí árgangirnir skifta og tað kann ofta broyta landsliðsúttøkurnar. T.d. tá ein leikari júst blívur ov gamal til U17 ella U19, so skal hann árið eftir kappast við leikarar, sum eru ein árgang eldri.
Soleiðis niðanfyri var í 2022, tá yvirlitið bleiv gjørt síðst í desember útfrá síðstu úttøkunum áðrenn avboð tá. Tá vóru tilsamans 78 pláss, tí einki 16-landslið var.
Tilsamans:
12: HB
10: B36, Víkingur og KÍ
7: (uttanlands)
6: NSÍ
5: Skála, 07 Vestur
3: B68, EB/Streymur og TB
2: AB
1: ÍF, Royn
0: FC Hoyvík, FC Suðuroy, B71, MB og Undrið.