Í Nations League høvdu Føroyar seinast ein óvanliga góðan møguleika at spæla seg til play-off dystir til EM-endaspælið komandi summar.
Í bólkinum hjá Føroyum vóru Turkaland, Luksemborg, Litava og Luksemborg. Nations League verður viðhvørt av viðmerkjarum umrødd sum ein kapping, sum ongan týdning hevur og verður samanborin við venjingardfystir.
Men soleiðis er ikki annaðhvørt ár, tá man er í deild c ella hægri. Tí har standa pláss í EM-endaspælinum uppá spæl. Skipanin hesaferð var tann, at um vinnarin av bólkinum hjá Føroyum, sum bleiv Turkaland, spældi seg til EM umvegis sína EM-undankapping, so fall plássið til besta 2’aran. Og tað hendi hesaferð. Turkaland spældi seg til EM í síni EM-undankapping og tað ger, at besti 2’arin, sum var Luksemborg, skal spæla ’’play-off’’ hálvfinalu um at koma til EM-endaspælið móti Georgia. Vinnarin møtir vinnaranum av Grikkalandi-Kasakhstan um eitt pláss í EM-endaspælinum.
Tað merkir, at høvdu Føroyar fingið trý stig afturat t.d. við at vunnið dystin móti Luksemborg á heimavølli, so høvdu Føroyar verið í play-off.
Í Nations League í 2024 stendur einki slíkt pláss uppá spæl, men har ræður um hjá Føroyum at varðveita plássið í deild c til Nations League í 2026, tí í deild d er einki slíkt pláss í EM-endaspælinum at kappast um.