Eftir ein mánaða, har dystir hava verið útsettir vegna veður, so fer kappingin í Betri Deildini hjá kvinnum í gongd leygardagin. Leygardagin eru tríggir dystir á skránni. Allir dystirnir byrja kl.15.00. Í Klaksvík tekur KÍ ímóti TB/FCS/Royn. Í Gundadali tekur B36 ímóti Víkingi, meðan á Dungasandi spæla 07 Vestur
Dystirnir í 1.umfari eru hesir:
Kl. 15.00: KÍ-TB/FCS/Royn
Kl.15.00: B36-Víkingur
Kl.15.00: 07 Vestur-NSÍ
Dysturin ímillum EBS/Skála og HB hoyrir eisini til 1.umfar. Men hann er settur til at verða leiktur tann 26.apríl.