2. páskakvøld verður fyrsta grannauppgerðin í Gundadali í ár.
Fyri nøkrum árum síðani endaðu hesir dystir ofta 2-2, men nú er tað rákið komið aftur. Tí av síðstu fimm dystunum millum HB og B36 eru fýra endaðir við 2-2, meðan tann fimti endaði 3-2 til B36.
B36 er eitt stig frammanfyri HB undan dystinum. Hesar grannauppgerðir plaga ofta at verða sera undirhaldandi, tó at onkrir dystir kunnu verða merktir av varnum liðum, áðrenn nakað mál kemur. Hesaferð stendur nógv uppá spæl og vinnarin fer at liggja antin nummar eitt ella tvey eftir fýra umfør.
Dysturin í Gundadali 2. páskakvøld byrjar kl. 18.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.