Fara Jóannes Bjartalíð, Gunnar Vatnhamar og Adrian Justinussen at økja um virði á føroyskum leikarum framyvir?
Í føroyskum fótbólti koyrir altíð eitt kjak um, hvørs ov fáir føroyingar fara uttanlands at royna seg. Tað tykist tó ongantíð blíva sett spurnartekin við, um feløg ikki eiga rætt at krevja pengar, ið muna, fyri hesar leikarar. Tað tykist sum um, at tað er ein semja um, at leikarar altíð skulu sleppa avstað, meðan man sjáldan hoyrir nakra rødd um, at feløgini eisini skulu virðast, tá tey siga farval til sínar bestu leikarar, sum tey í summum førum hava brúkt nógv ár og orku uppá at fáa til so góðar leikarar.
Jóannes, Gunnar og Adrian
Kunnu føroyingar í Betri Deildini brúkast á høgum stigi uttanlands? Tað er ein viðkomandi spurningur. Men síðsta árið eru greiðar ábendingar um, at tað kunnu teir bestu. Jóannes Bjartalíð fór frá Betri Deildini til at verða besti leikarin í næstbestu norsku deildini fyrsta árið. Gunnar Vatnhamar fór frá Betri Deildini til at verða besti verjuleikarin í bestu deildini í Íslandi fyrsta árið. Adrian Justinussen fór frá Betri Deildini til at verða besti leikarin í næstbestu donsku deildini fyrsta árið. Hjá Adrian skal sigast, at enn er grundarlagið nakað tunt við fáum dystum, men higartil í 2024 er Adrian stóri leikarin í Nordicbet-deildini og danskir miðlar skriva longu um, at tað er stórur áhugi fyri at keypa Adrian longu í summar.
Hetta vóru dømi um tríggjar leikarar sum fóru hesaferð, sum í øllum trimum førunum vóru millum bestu leikarar í sínum feløgum. Har kann kanska verða onkur afturat. Eitt nú landsliðsmálverjin Mattias Lamhauge hjá Fredericia, sum onkuntíð hevur verið á vikuliðnum. Um eitt ár eru teir næstu kanska farnir, og tá rakar tað kanska onnur feløg og/ella tey somu.
Útsøluprísir
Tað sum er felags fyri stórt sæð allar leikarar, ið eru farnir úr føroyskum fótbólti, er, at teir fara antin ókeypis ella fyri smápengar. Ókeypis fara teir, um t.d. sáttmálin er gingin út og teir eru 24 ár ella eldri. Tað hevur í nógv ár verið vanligt, at leikarar, ið hava ætlanir um at fara uttanlands, seta krav um ein ’’klasul’’ í sáttmálan, har teir sleppa antin ókeypis ella fyri smápengar avstað, um teir ynskja tað, tá feløg uttanlands vísa áhuga. Hetta er galdandi fyri leikarar sum eru eldri enn 23 ár. Fyri leikarar 23 ár ella yngri hava feløg sambært FIFA-reglum rætt til pengar, um leikarar skifta til deildir á hægri stigi enn í Føroyum. Har høvdu vit í vetur eitt dømi um Mathias Voss, sum 07 Vestur kundi krevja eina knappa millión fyri sambært reglunum (tó kravdu teir ikki í nærheitini so nógv), um hann skuldi til bestu norsku deildina.
At føroyskir leikarar fara fyri útsøluprísir sást best, tá somu feløg uttanlands - ella feløg á sama stigi fíggjarliga sæð – ið fáa hesar leikarar mest sum ókeypis, keypa aðrar leikarar fyri fleiri milliónir innan eitt tíðarskeið á eitt-tvey ár.
Íslendsk feløg og donsk feløg í næstbestu deildini – deildir har hesir føroysku leikarar eru teir bestu - selja leikarar fyri 4-6 milliónir, meðan prísirnir fyri teir bestu føroyingarnir liggja millum 100.000 kr. og áleið 500.000 kr. og ongantíð meir. Og viðhvørt fara teir púra ókeypis, tá sáttmálin gongur út, men har skal sigast, at tað sama er galdandi fyri leikarar uttanlands uttan sáttmála. Tað er næstan altíð eisini slíkir útlendskir leikarar, sum føroysk feløg ''keypa''.
Leikarar hava lykilin
Um føroysk feløg hava ætlanir um at selja sínar bestu leikarar dýrari, so er tað ikki so einfalt. Tí leikararnir sita við bestu kortunum. Vilja summi feløg ikki góðtaka teirra treytir um ’’klasul’’, har teir sleppa ókeypis ella bíliga, so finnast onnur feløg, sum vilja góðtaka hesar treytir, um tað er tað sum skal til fyri at fáa leikararnar til sítt felag. Og so er spurningurin, hvussu leingi eitt felag kann seta hart móti hørðum um prísurin er, at missa teir flestu av teimum bestu leikarunum vegna ov hørð krøv til sáttmálan.