Søguliga góða landsliðsárið við kappingardystum endar í Kroatia í annaðkvøld.
Sigurin móti Kekkia fer í søgubøkurnar sum ein av teimum størstu nakrantíð í landsliðssøguni, meðan 4-0 á Montenegro eisini telist millum teir heilt serligu sigrarnar beint undir teimum størstu. Sigrarnir á Gibraltar vóru ikki so vakrir, men teir komu til høldar.
Nú endar undankappingin við truplasta dystinum á pappírinum. Ein fyrimunur har er tó, at Kroatia hevur vunnið bólkin og tí ikki hevur eins nógv at spæla fyri. Hetta hava Føroyar gagnnýtt fyrr hesi seinnu árini, tá síðsti dystur hevur verið. Føroyar vunnu á eykaliðnum hjá Turkalandi og fingu javnleik á útivølli móti Albania. Undir hesum landsliðsvenjaranum hava Føroyar ongantíð tapt við meir enn einum máli, men avbjóðingin at varðveita tey hagtølini er eisini stór hesaferð.
Í ástøðini hava Føroyar møguleikan at spæla seg til HM, men tað er bara á pappírinum. Greiningarsíður geva ikki so frætt sum 0,1 % møguleika fyri, at tað skal henda. Til tað krevst, at Føroyar fáa fleiri stig enn Kekkia í síðsta umfarinum, har Føroyar hava torførasta dystin í bólkinum og Kekkia hevur lættasta dystin í bólkinum móti Gibraltar.
Tveir leikarar mangla á føroyska liðnum ímun til seinast, tá liðið vann á Kekkia. Jóannes K. Danielsen á høgra vongbakki og Brandur H. Olsen á sentrala miðvøllinum. Mest upplagt er, at Jákup B. Andreasen kemur inná sentrala miðvøllin, meðan René S. Joensen kemur inná vongbakkin. Rest fær helst afturval, um teir eru heilt klárir við undantaki av í álopinum, har Meinhard E. Olsen vanliga verður valdur framum hinar.
Dysturin í Kroatia verður í morgin kl. 19.45.
Greinin er dagførd kl. 19.15