Kosovo spælir stórt sæð við einum U24-liði uttan stórvegis A-landsliðsroyndir og tí eiga Føroyar at hava møguleika at fáa sítt besta úrslit móti Kosovo.
Higartil hava Føroyar fingið ein javnleik og tvey tap í trimum dystum móti Kosovo. Í dagsins venjingardysti í Kosovo hevur Kosvo ein ungan hóp, har bara tríggir leikarar í 19-manshópinum eru eldri enn 24 ár og bara tveir leikarar hava meir enn sjey landsdystir. Hjá Føroyum verða teir flestu í uppstillingini helst eldri enn 24 ár, so í landsliðsroyndum eiga Føroyar at hava ein fyrimun. Hyggja vit eftir feløgunum, har leikararnir spæla, so hevur Kosovo tó á pappírinum betri leikarar.
Føroyar avrikaðu vánaligt móti Kekkia mikukvøldið, so uttan iva er føroyski hópurin uppsettur uppá at fáa ein betri enda uppá eitt annars gott landsliðsár.
Dysturin í Kosovo byrjar kl. 17.00.
Stuðlað landsliðsumrøðuni á bolt.fo í 2022 hevur: