Meðan ÍF og TB nærum bara hava heimadystir eftir, so hevur AB bara útidystir eftir, tá vit hugsa um dystir móti botn 5.
Lagnan hjá AB verður helst avgjørd á útivølli. AB hevur sínar lykladystir á útivølli og enn hevur AB ongan útidyst vunnið í ár.
AB hevur vunnið fýra dystir í landskappingini í ár. Móti TB, B68, 07 Vestur og ÍF. Felags fyri allar var, at teir vóru leiktir á Argjum.
Men skal AB yvirliva í ár, so er sera sannlíkt, at AB má til at vinna á útivølli. Tí av teimum fimm dystunum sum AB hevur eftir so eru tveir heimadystir, sum eru móti topp 2, KÍ og B36, meðan teir tríggir útidystirnir eru móti ÍF, 07 Vestur og B68. Dystirnir móti KÍ (25. umfar) og B36 (27. umfar) kunnu tó blíva móti liðum, ið einki hava at spæla fyri og tað kann kanska økja um møguleikarnar hjá AB, men tað er tó alt ov óvist at staðfesta enn.
Kappingarneytarnir hjá AB eru fyrst og fremst TB og ÍF. ÍF hevur allar sínar dystir móti botn 5 eftir á heimavølli, meðan TB hevur fýra av fimm dystum á heimavølli.
Skráin síðstu fimm umførini:
TB-KÍ
TB-EB/Streymur
TB-HB
ÍF-TB
TB-07 Vestur
ÍF-AB
KÍ-ÍF
ÍF-EB/Streymur
ÍF-TB
ÍF-B68
ÍF-AB
07 Vestur-AB
AB-KÍ
B68-AB
AB-B36