Føroyar kundu neyvan fingið eina verri skrá fyri Nations League.
Meðan ítróttarliga lutakastið var eitt miðal lutakast, har landsliðsvenjarin fekk tvey av trimum ynskjum uppfylt, meðan tað sterkasta liðið kom úr styrkisbólki tvey, so bleiv skráin dagin eftir ein keðiligur lesnaður við føroyskum eygum. Tey flestu høvdu nokk væntað, nú fýra dystir verða í sama vindeyga í september-oktober, at tað blivu tveir ella tríggir á rað á heimavølli og so ein ella tveir á rað á útivølli. Men skráin gav føroyingum heimadyst, útidyst, heimadyst og útidyst. Og ikki nokk við tí, so er tað tær longstu ferðirnar sum liggja til hesar útidystir. Landsliðið kemur tískil at sita nógv í flogførum, á flogvøllum og í bussum hesar dagar.
Til útidystin móti Moldova skal ein vænta, at brúka eini 15 (+/- nakrar tímar) tímar til ferðing hvønn veg, um rutan verður brúkt og dystirnir liggja í býum við flogvølli nær við, meðan túrurin til Kasakhstan kann taka nakrar tímar longri hvønn veg. Útidysturin móti Kasakhstan liggur síðst, so heimferðin har gongur einans útyvir feløgini, tá ein hugsar um leikararnar. Tilsamans skulu leikararnir hesa landsliðssamlingina vænta at brúka eini 70 tímar uppá ferðing, um flogið verður við rutuni. Fyri hvønn leigutúr lækkar hetta talið.
Hetta er tó nakað, sum eingin fær gjørt nakað við nú. Vit síggja, at hjá øðrum londum liggur skráin nógv betri við t.d. tveimum fylgjandi dystum á hema/útivølli, men tað eru eisini onnur lond, sum spæla annaðhvørt. Tó hava vit ikki sæð nakað landslið, sum skal ferðast so nógv hetta landsliðsumfarið.