Eftir at 2. umfar í bleiv útsett vegna veður, so er 3. umfar á skránni hetta vikuskiftið, um veðrið loyvir tí. FSF kemur við fráboðan tíðliga seinnapartin, um tað verður spælt í teimum ymisku deildunum.
Í Televarpinum verður HB-Víkingur í Gundadali høvuðsdysturin á Rás 1 hetta umfarið. Hann byrjar leygarkvøldið kl. 19.00 og frásøgufólk verður Tróndur Arge.
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum:
18. mars
HB – Víkingur, Tróndur Arge (Rás1)
EB/Streymur – B36, Kenneth Hovgaard (R2)
B68 – KÍ, Niels Petersen (R5)
19.mars
TB – ÍF, Niels Strøm Rødgaard (R3)
AB – 07 Vestur, Tróndur Arge (R4)