Nógvur fótbóltur verður í Televarpinum komandi dagarnar.
Longu mikukvøldið verður útsetti dysturin millum Víking-HB. Leygardagin verður ein dystur og 2. páskadag verða fýra dystir. Eisini verða tveir dystir hjá kvinnum vístir.
Frásøgufólkini eru hesi:
Víkingur - HB, Tróndur Arge
B68 - NSÍ, Kenneth Hovgaard
AB - 07 Vestur, Niels Petersen
KÍ - Víkingur, Jóan Pauli Jacobsen
Skála - EB/Streymur, John Andersen
HB - B36, Tróndur Arge