Broytingar í FC Hoyvík.
FC Hoyvík skrivar:
HOYVÍKINGAR SETA NÝGGJA SAVNANDI KÓS
Eftir samanleggingina millum fótbóltsfeløgini FC Hoyvík og Undrið FF, skiftir felagið samleika og fær nýtt búmerki. Nevndin fer á komandi aðalfundi at mæla til, at felagið broytir navn til Fótbóltsfelagið Hoyvík, tó í vanligari talu Hoyvík.
Samanleggingin er liður í at styrkja fótbóltsfelagskapin í trið størsta býnum í Føroyum, so fólkið kann standa saman um eitt felag.
Nýggja búmerkið er hvítt og skapið er ein savnandi sirkul, sum er samansettur av einum bólti og einum H, sum ímyndar Hoyvík, men sum eisini er ein mynd fyri eina opna hurð inn í felagið ella víðari út í stóru verð har stjørnurnar møtast, tí ein dag so ferð Hoyvík út um landoddarnar at kappast.
Stjørnurnar á bóltinum mynda leikarar, sum eru grundarlagið í felagsskapinum. Stjørnurnar boða frá eini bjartari framtíð, og vit seta eina greiða kós móti stjørnunum við veksandi menning fyri fótbóltsfelagsskapin í Hoyvík, har tað er rúm fyri øllum.
Hvíti liturin umboðar álit, vitan, og tryggleika, sum eru lyklaorð hjá felagnum fyri vøkstur, gróður og samstarv. Búmerkið er reint og minimalistiskt og við nýggja búmerkinum vilja vit í Hoyvík verða ein partur av grógvandi lívinum, sum er her í Hoyvík.
Vit vilja verða eitt fótbóltsfelag, ið umframt fótbólt, eisini taka atlit til samfelagið, náttúruna, framtíðina og vilja hugsa og virka burðardygt við grønum loysnum og høgum málum. Hetta kunnu vit gera við einum góðum felagsskapi við høgum málum, nærløgdum leikarum og fólki í øllum aldri.
Nýggja búmerkið hevur Billa Jenny Jónleifsdóttir hegnisliga greitt úr hondum.