Tað svarið fáa vit helst í Klaksvík í dag.
Ein dystur í 9. umfari er í dag, meðan tríggir eru mánakvøldið og ein týskvøldið. Tað eru tann í dag og týskvøldið, sum á papirinum eru teir mest áhugaverdu og spennandi.
KÍ fær vitjan av Víkingi í dag. Víkingur hevur vunnið 21 landskappingardystir á rað og liggur seks stig frammanfyri KÍ, meðan HB liggur ímillum hesi bæði liðini. Tí snýr hesin dysturin seg um, hvørs KÍ skal verða við í FM-stríðnum ella ikki. Tí tapur KÍ, so er FM-stríðið fyribils bara millum Víking og HB. Tí hóast 18 umfør tá eru eftir, so er ein munur á níggju stig so stórur, at vit tá skulu fáa eina óvanliga kapping, um KÍ skal innaftur í FM-stríðið.
Víkingur tykist hava betri breidd
Tað sum vit hava sæð í ár er, at bæði hesi liðini hava havt nógvar skaðar. Trekkja vit langtíðarskaðarnar frá, sum liðini kendu áðrenn flytingarvindeygað lat aftur í mars, so hava Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic og Patrick Da Silva mist minst helvtina av dystunum, meðan hjá Víkingi hava Aron J. Ellingsgaard, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen mist minst helvtina av dystunum. Síðstu tíðina hava liðini mangla onkrar aðrar leikarar afturat, meðan onkur av hesum áðurnevndu eru við at blíva klárir aftur.
Tað tykist sum, at Víkingur hevur eina betri breidd at takla skaðarnar, meðan tað kanska ávirkar meir KÍ, at bulurin sentralt eftir liðnum frá í fjør er burtur (málverji, miðverja og sentralur miðvøllur). Í dag koma bæði liðini aftur at mangla nakrar leikarar, ið vanliga høvdu roknast at byrja inni, og tí verður hetta eisini ein dystur, sum skal vísa breiddina í hópunum, sum higartil í ár hevur víst seg at verið betri í Víkingi.
Hagtølini peika á Víking
KÍ hevur í nógv ár havt gott tak á Víkingi, men hetta er broytt síðstu árini. Tað var sum, at sigurin í finaluni um løgmanssteypið í 2022 koppaði tí. Við tí finaluni hava liðini spælkt fimm skrásettar dystir síðani, har Víkingur hevur vunnið tríggjar, meðan KÍ hevur vunnið ein. Tann eini er endaður við javnleiki. Og meðan KÍ hevur tapt allar fýra dystirnar móti tí, sum hevur verið topp 4 síðstu árini, í ár, so hevur Víkingur vunnið allar landskappingardystir móti øllum síðani 10. juni í 2023.
Dysturin í Klaksvík, sum kanska kemur at avgera, um FM-stríðið kemur at standa millum tevy ella trý lið, byrjar kl. 15.00 og dómari verður Eiler Rasmussen.