Skála hevur longu fingið nýggjan formann eftir, at Jóannes Prestá kom inn í starvsnevndina hjá FSF.
Skála skrivar:
Jakob Lind Jakobsen nýggjur formaður í Skála Ítróttarfelag
Leygardagin 8. mars gjørdist tað greitt, at Skála Ítróttarfelag skuldi hava eitt nýtt forfólk. Hetta kom í kjalarvørrinum av, at starvsnevndarvalið hjá FSF háttaði seg so, at formaðurin seinastu tvey árini, Jóannes A. Prestá, bleiv valdur inn í starvsnevndina hjá FSF.
Á nevndarfundi í gjárkvøldið tók ein samd nevnd undir við, at Jakob Lind Jakobsen tekur við sum nýggur formaður í felagnum. Jakob hevur sitið í nevndini síðani oktober mánaða í fjør.
Jakob er uppvaksin í Kliplev í Suðurjútlandi. Ein lítil býur, sum liggur tætt við Aabrenaa. Seinastu árini hevur Jakob starvast sum handilsleiðari í Skálanum á Skála. Hann hevur stóran áhuga fyri nærsamfelagnum og sær fram til at arbeiða fyri menningini av Skála Ítróttarfelag.
Á myndini handar Jakob fráfarandi formanni, Jóannes A. Prestá, eina gávukurv og takkar vegna nevndini fyri stóra og virðismikla arbeiðið, sum Jóannes hevur lagt eftir seg sum formaður. Skála Ítróttarfelag vil við hesum ynskja Jóannesi bestu eydnu í nýggja leiklutinum hjá FSF og samstundis bjóða Jakob vælkomnan sum nýggjan formann.