Skála fekk tríggjar nýggjar útileikarar uttanífrá undan kappingini og hesir eru toppskjúttar á liðnum.
Í samrøðu sunnudagin segði Pauli Poulsen, høvuðsvenjari, at Skála manglaði bæði málverja og álopsleikara og tí var farið eftir Karsten Hansen, sum teir kendu frá fyrr av, meðan tað var meira tilvildarligt, at Carlos Ferreira úr Portugal endaði á Skála. Hann kom til Føroyar at royndarvenja við ÍF, men ÍF valdi ikki at gera sáttmála við hann. So fór hann til Skála at royndarvenja og har vóru teir so mikið væl nøgdir, at hann fekk sáttmála og nú fá umfør eru eftir, so er hann toppskjútti í deildini við 17 málum. Afturat hesum komu tveir ungir leikarar úr NSÍ í Marjus Nón og Meinhardi Janusarsyni. Har greiddi Pauli frá, at Skála ikki hevði verið úti eftir leikarunum, men at ynski kom uttanífrá. Teir hava víst seg at gjørt sera góðan mun, tí teir hava skorað 10 mál hvør í landskappingini og eru nr. 2 og 3 á toppskjúttaralistanum hjá Skála. Teir tríggir nýggju útileikararnir hava sostatt skorað tilsamans 37 mál, sum svarar til 61 % av teimum 61 málunum sum Skála hevur skorað.
Stuðlað umrøðuni av uppflytingini hjá Skála hevur: