logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Sjey stórar hendingar í føroyskum fótbólti í 2025
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Sjey stórar hendingar í føroyskum fótbólti í 2025

Skrivað : Jákup Ósá | 30-12-2024 11:02

Vit hyggja fram ímóti 2025 nú árið 2024 fer at halla.

Nýtt spennandi ár stendur fyri framman í føroyskum fótbólti. Vit hava valt sjey hendingar í 2025, sum síggja áhugaverdar út..

 

A-landsliðið skal hava nýggjan høvuðsvenjara

Størsta venjarastarvið í Føroyum skal setast eftir eitt partvís miseydnað 2024, sum hevði ta avleiðing, at landsliðsvenjarin fekk sekkin. Her má FSF hugsa seg væl um, tí føroyskur landsliðsfótbóltur hevur brúk fyri einum skumpi. Áhugin millum føroyingar fyri landsliðnum er dalandi og lutakastið til HM-undankappingina gjørdi, at við undantaki av Fraklandi/Kroatia, so verða tað ikki mótstøðuliðini, sum koma at fylla Torsvøll í 2025. Tí er tað føroyska landsliðið, sum skal selja og sum aftur skal blíva spennandi at síggja hjá føroyingum, tí við mótstøðuliðum sum Gibraltar og Montenegro liggja møguleikar fyri at fáa nógv stig. Ein venjari, sum føroyingar verða við uppá, fer at hjálpa við at fylla Tórsvøll aftur.

 

Víkingur skal eftir deildarspæli

2025 verður fyrsta árið, har Víkingur fer at luttaka í altjóða fótbólti eftir leistinum síðani Conference League kom afturat í 2021 og harvið økir munandi um møguleikan hjá meistarunum at koma í deildarspæl. Víkingur verður ikki styrkismett, so tað krevur helst eitt gott lutakast fyri at vinna avgerandi 1. umfari, men eisini uttan at vinna 1. umfar ber til at koma til Conference League deildina, sum Víkingur Reykjavík m.a. prógvaði í 2024. Víkingur hevur, hóast liðið ikki hevur verið styrkismett, fingið góð lutakøst á pappírinum hesi síðstu trý árini við mótstøðuliðum frá Gibraltar, Andorra og Lettlandi. So søgan talar fyri einum góðum lutakasti.

 

Feløg við meira pengum og VAR

Nýggi kappingarleisturin hjá UEFA við fleiri dystum gevur eisini meira pengar, og tað drippar niðureftir. Sum vit hava skrivað um fyrr í vetur, so fara føroysku feløgini at fáa munandi størri inntøkur frá UEFA í 2025. Tað verður spennandi at síggja, hvørja ávirkan hetta fer at hava. Vandin er, at leikaralønirnar fara avstað við størsta partinum av hesum inntøkuvøkstrinum.

Harafturat verður VAR eftir ætlan partur av bestu mansdeildini í 2025. Tað verður sonevnt VAR-light við fáum kameratólum og við einum dyst hvørt umfar.

 

Tvey suðuroyarlið í bestu deildini

Fyri fyrstu ferð síðani 2015 verða tvey suðuroyarlið í bestu deildini. Tað fer av álvara at seta Suðuroynna á fótbóltskortið, men tað setur eisini krøv. FC Suðuroy er flutt niður øll trý árini, har felagið hevur luttikið í bestu deildini og tey bæði síðstu árini hjá TB í bestu deildini er liðið endað nr. 10 og nr. 10. Fyri fótbóltsføroyar er avgerandi, at hesi bæði liðini verða kappingarfør, tí vit hava brúk fyri, at einki lið dettur ímillum sum vit hava sæð við ÍF í 2024, TB í 2021, Skála í 2020 og ÍF í 2019.

 

Geza Dávid Turi á landsliðnum

Nú er greitt, at Geza Dávid Turi úr Víkingi fær sítt nýggja pass og verður tøkur til føroyska landsliðið í 2025. Hendur einki óvæntað, so er lítið at ivast í, at hann verður partur av landsliðnum beinanvegin, og tað kann hugsast, at hann fær ein leiklut beinanvegin, tí slíkir tekniskir førleikar eru ofta týdningarmikir í altjóða dystum. 23 ára gamli miðvallarleikarin kann koma at lyfta landsliðið, um hann kemur at spæla upp til sítt besta.

 

EM-endaspæl í Føroyum

Í døgunum 4.-17. mai verður EM-endaspæl fyri U17-gentur í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt endaspæl er í Føroyum í landsliðsfótbólti. Ein spennandi avbjóðing hjá FSF og fyri gentufótbólt, sum veruliga kemur á breddan hesar vikurnar.

 

FSF-starvsnevndarval

8. mars 2025 verður aðalfundur hjá FSF, har fýra starvsnevndarlimir standa fyri vali. Harímillum forsetin Christian F. Andreasen. Hinir sum standa fyri vali eru Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Rúni Herup Olsen. Greitt er longu nú, at minst ein broyting verður, tí fyri nøkrum árum síðani broytti FSF reglugerðina soleiðis, at minst eitt av hvørjum kyni skal veljast til hvørt val. Og tá bara menn standa fyri vali hesaferð, so merkir tað minst eina broyting. Tey sum ikki standa fyri vali eru Heri á Rógvi, Anja Rein og Maria Jóhannusardóttir Joensen.

Í lógunum hjá FSF stendur soleiðis um valið:

Grein 28. Val
1. Val skulu avgreiðast sum loyniligar atkvøðugreiðslur. Aðalfundurin kann tó gera av at farið verður fram á annan hátt um talið av valevnum er tað sama sum talið av tómum sessum.

2. Val skulu avgreiðast í samsvari við valreglugerðina og skal vera undir eftirliti av fundarstjóranum.

3. Øll valevni í samband við val av limum til Starvsnevndina mugu verða skotin upp av í minsta lagi einum limi.

4. Valevnisuppskot til Starvsnevndina skulu sendast til aðalskrivstovu FSF’s í minsta lagi 20 dagar fyri aðalfundin. Listin við valevnisuppskotum skal sendast til limirnar í FSF í minsta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.

5. Tá talan er um persónsval, krevst at meira enn 50% av skrásettum og gildugum atkvøðum atkvøða fyri í fyrsta valumfari.

6. Um fleiri enn 2 valevni eru til ein sess, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum, tikið burtur í sambandi við næstu atkvøðugreiðsluna, til bert 2 valevni eru eftir.

7. Stendur á jøvnum, verður umval millum tey, ið standa á jøvnum, og eftirfylgjandi lutakast, um tað framvegis stendur á jøvnum.

 

B. STARVSNEVND

Grein 35. Samanseting av Starvsnevndini
1. Starvsnevndin er samansett av 7 limum, bæði kyn skulu vera umboðað, soleiðis:

a) 1 Forseti

b) 6 limir

2. Starvsnevndin velur ein varaforseta millum hinar starvsnevndarlimirnar; Forsetin kann skjóta sítt egna valevni upp.

3. Forsetin og limirnir í Starvsnevndini verða valdir av aðalfundinum í samsvari við grein 28 í viðtøkunum. Teir skulu standa eina integritetskanning, sum Yvirkærunevndin stendur fyri, áðrenn teir kunnu veljast, endurveljast ella útnevnast (sí fylgiskjal A).

4. Valskeiðið fyri Forsetan og limirnar í Starvsnevndini er 4 ár. Forsetin og 3 limir av Starvsnevndini skulu veljast í stakári (bæði kyn skulu vera vald). Hinir 3 limirnir í Starvsnevndini skulu veljast næstkomandi stakár (bæði kyn skulu veljast). Mandat teirra byrjar alt fyri eitt eftir aðalfundin, sum hevur valt tey og endar eftir aðalfundin, sum velur eftirfólk teirra.

5. Verða bæði kyn ikki vald til Starvsnevndina sum stk. 4 omanfyri sigur, so verður ein sessur mettur sum tómur og Starvsnevndin skal útnevna ein lim úr manglandi kyninum á fyrstkomandi fundi í Starvsnevndini eftir viðkomandi aðalfund.

6. Limirnir í Starvsnevndini skulu ikki vera eldri enn 70 ár. Limirnir skulu hava verið virknir innan fótbólt og skulu hava reina revsiváttan og hava fastan bústað í Føroyum.

7. Limur í Starvsnevndini kann ikki samstundis vera limur í óheftari nevnd og kann ikki verða útnevndur/valdur sum umboð umboðandi ein lim á aðalfundinum.

8 Um upp til tveir sessir gerast tøkir, skal Starvsnevndin røkja viðkomandi sessir fram til næsta vanliga aðalfund, tá avloysari verður valdur fyri restina av valskeiðinum.

9 Um fleiri enn tveir sessir í Starvsnevndini verða tøkir, so skulu teir eftirverandi nevndarlimirnir í Starvsnevndini kalla saman til eykaaðalfund innan fyri ásettu tíðina í grein 31, stk. 2 í viðtøkunum. Um limirnir, sum eru eftir í Starvsnevndini eina viku eftir hesa tíð ikki hava kallað inn til eykaaðalfund, so skal aðalskrivarin gera tað.

10 Einhvør nevndarsessur í Starvsnevndini er at meta sum tómur við deyða, uppsøgn ella um viðkomandi nevndarlimur varandi er forðaður at fremja sínar skyldur.

 

 

Greinin er dagførd kl. 12.46

Share

Nýggjastu tíðindir

NSÍ nærkast eini venjaraloysn
NSÍ nærkast eini venjaraloysn
Hesin verður venjari hjá NSÍ
Hesin verður venjari hjá NSÍ
Ari Olsen royndarvenur í Danmark
Ari Olsen royndarvenur í Danmark
10 mánaðir til næsta kappingardyst
10 mánaðir til næsta kappingardyst
Hildu dystinum á lívi í 70 minuttir
Hildu dystinum á lívi í 70 minuttir
Frá Víkingi til AB
Frá Víkingi til AB
Fyrsti kappingardystur sum Jóannes K. Danielsen missir í ár
Fyrsti kappingardystur sum Jóannes K. Danielsen missir í ár
Lea til HB
Lea til HB
Skulu enda væl í Kroatia
Skulu enda væl í Kroatia
Skála og AB síggja út sum góð uppflytaralið
Skála og AB síggja út sum góð uppflytaralið
Aron skiftir felag
Aron skiftir felag
Martin K. Joensen skifti til grannarnar
Martin K. Joensen skifti til grannarnar
Fótvarpið hesa vikuna
Fótvarpið hesa vikuna
Mattias Hellisdal vann SuperEttan
Mattias Hellisdal vann SuperEttan
Sólja Ernstsdóttir og Árni Frederiksberg blivu ársins leikarar
Sólja Ernstsdóttir og Árni Frederiksberg blivu ársins leikarar
Jimmy Abdul til AB
Jimmy Abdul til AB
Hetta er venjaratoymið hjá B68
Hetta er venjaratoymið hjá B68
U19-landsliðsmálverji til HB
U19-landsliðsmálverji til HB
Frá FC Suðuroy til ÍF
Frá FC Suðuroy til ÍF
Karolina er ársins tippari
Karolina er ársins tippari

Leikaraflytingar 2026

NavnFráTil
Jimmy AbdulFC SuðuroyAB
Hassou Diaby NdiayeNSÍ(ógreitt)
Tróndur SjúrðarsonFC SuðuroyHB
Henrik OsenNSÍ(ógreitt)
Lars MarkmanrudNSÍ(ógreitt)
Jonathan WembonyamaB68(ógreitt)
Jasper Van Der HeydenNSÍ07 Vestur
Emanuel KulegoB68(ógreitt)
Atli GregersenVíkingur(givin)
Viljormur DavidsenHBNSÍ
Hans Jákup ArngrímssonVíkingurSkála
Claes KronbergKÍ(givin)
Tobias Giusti07 Vestur(uttanlands)
Reinis ReinholdsHB(ógreitt)
Aleksander Ó. JensenB68(uttanlands)
Klavs KramensHB(ógreitt)
Silas Gaard07 VesturSkála
Ahmed LatifKÍ(ógreitt)
Bárður Ó. JensenB68(uttanlands)
Mattias HellisdalB36Våsterås
Boubacar DaboEB/StreymurLincoln
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Vís meira

Stigatalvan 2025

1. KÍ73 stig
2. HB64 stig
3. NSÍ60 stig
4. Víkingur44 stig
5. B3642 stig
6. B6826 stig
7. EB/Streymur26 stig
8. 07 Vestur15 stig
9. FC Suðuroy15 stig
10. TB12 stig

Málskjúttar

Klæmint A. OlsenNSÍ26 mál
Páll A. KlettskarðKÍ21 mál
Emil G. PedersenHB20 mál
Árni FrederiksbergKÍ18 mál
Brandur H. OlsenNSÍ11 mál
Patrik JohannesenKÍ11 mál
Petur KnudsenNSÍ11 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ19 upplegg
Brandur H. OlsenNSÍ16 upplegg
Petur KnudsenNSÍ12 upplegg
Patrik JohannesenKÍ12 upplegg
Mikkel Hyllegaard07 Vestur11 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ9 upplegg
Aron KnudsenNSÍ9 upplegg
Pætur PetersenB368 upplegg
Jasper Van Der HeydenNSÍ8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ37 mál/upplegg
Klæmint A. OlsenNSÍ31 mál/upplegg
Brandur H. OlsenNSÍ27 mál/upplegg
Emil G. PedersenHB27 mál/upplegg
Páll A. KlettskarðKÍ24 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ23 mál/upplegg
Patrik JohannesenKÍ23 mál/upplegg
Aron KnudsenNSÍ18 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 27. umfar

KÍ33 mál
NSÍ25 mál
B3621 mál
B6816 mál
HB15 mál
Víkingur14 mál
TB9 mál
EB/Streymur9 mál
07 Vestur9 mál
FC Suðuroy4 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ7 mál
HB8 mál
Víkingur10 mál
NSÍ14 mál
B6815 mál
07 Vestur15 mál
EB/Streymur19 mál
TB19 mál
B36 20 mál
FC Suðuroy28 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

NSÍ65 mál
KÍ57 mál
HB50 mál
Víkingur25 mál
07 Vestur24 mál
B3623 mál
EB/Streymur19 mál
FC Suðuroy18 mál
B6818 mál
TB16 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ10 mál
B3617 mál
Víkingur19 mál
NSÍ22 mál
HB26 mál
07 Vestur37 mál
EB/Streymur37 mál
FC Suðuroy41 mál
B6842 mál
TB66 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ15 mál
P. KnudsenNSÍ8 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl kvinnur FMStig:
1. KÍ59 stig
2. NSÍ56 stig
3. HB37 stig
4. Víkingur31 stig
Niðari bólkurStig:
1. B3637 stig
2. Skála31 stig
3. 07 Vestur12 stig
4. FC Hoyvík7 stig

Málskjúttar (grundspæl + endaspæl)

Heidi Sevdal NSÍ32+6 mál
Sara BenjaminsenSkála11+18 mál
Tóra MohrKÍ24+3 mál
Sólja ErnsdóttirKÍ16+5 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2025 (7)FráTil
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Daniel JohansenHBFredericia
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ14
Páll KlettskarðKÍ13
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Michal PrzybylskiB36/HB7
Sølvi VatnhamarVíkingur7
Deni PavlovicKÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup B. AndreasenKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2025