Håkan Ericson hevur úttikið landsliðshópin til Baltic Cup.
Mest óvæntaða navnið var 26 ára gamli Silas Eyðsteinsson úr B36, sum sambært FaroeSoccer hevur spælt fýra dystir í Betri Deildini síðani 2. juli í 2022. Hann er tó úttikin sum triði málverji, og júst tað plássið hevur kanska ofta eina serliga støðu, tí útlitini fyri spælitíð er vánalig. Men fyrst og fremst hevur Silas spælt í næstbestu deildini síðstu árini, og tí er einki at ivast í, at hendan úttøkan fær kritikk í serliga umhvørvum, har feløg og leikarar hava fingið upplýst, at leikarar úr 1.deild verða ikki úttiknir. Gullbrandur Øregaard var hin leikarin, sum ongantíð áður hevur verið á A-landsliðnum. Niðanfyri er hópurin sambært Televarpinum, sum sendi frá tíðindafundinum.