Venjarin hjá EB/Streymi sleppur ikki at verða á síðulinjuni komandi dystirnar.
Sigfríður fekk reytt kort móti KÍ móti endanum av dystinum, har Meinhard Geyti beint frammanundan hevði fingið beinleiðis reytt kort.
Sigfríður hevur nú fingið sín dóm og hann sigur tríggjar dystir afturat tí eina dystinum, sum hann longu hevur sitið yvir. Sostatt fær eina revsing á fýra dystir.
Komandi tríggir dystirnir hjá EB/Streymi eru:
EB/Streymur-B68
Víkingur-EB/Streymur
EB/Streymur-AB (løgmanssteypið)