Ari í Haraldsstovu Petersen verður málverji í barndómsfelagnum í 2025, og tað merkir, at Sebastian John ikki heldur fram.
28 ára gamli Sebastian John kom til 07 Vestur undan hesum kappingarárinum. Hann hevur spælt væl í nógvum dystum og bleiv av 07 Vestur-hópinum valdur til ársins leikara í felagnum. Men 07 Vestur hevur fingið sína egna Ara í Haraldsstovu Petersen heimaftur og tá verður ikki pláss fyri einum útlendskum málverja afturat í hópinum.