16 ára gamla Sara Benjaminsen hevur nú fingið framtíðina uppá pláss.
Eins og vit skrivaðu fyrr í vetur, so skiftir Sara til FC Nordsjælland. Danska felagið hevur í dag kunngjørt, at føroyingurin hevur gjørt sáttmála við felagið, har liðfelagin á føroysku U-landsliðunum, Kára Sigurðsson, longu spælir frammanundan. FC Nordsjælland verður av mongum mett sum eitt tað fremsta felagið innan kvinnufótbólt í Danmark.
Sara Benjaminsen skoraði yvir 100 mál í 2025.