16 ára gamli leikarin hjá Skála hevur skorað óvanliga nógv mál í ár.
Sara Benjaminsen kann blíva eitt navn, sum kemur at ganga nógv aftur í kvinnufótbólti komandi árini. Í øllum førum hevur hon eitt óvanliga gott kappingarár við málskjóting, har hon hevur spælt fyri Skála í bestu deildini og U16-kappingini. Í bestu deildini (við steypakapping) hevur hon skorað 26 mál, í U16-kappingini (við steypakapping) hevur hon skorað 61 mál og fyri U17-landsliðið hevur hon skorað seks mál sambært FSF og FaroeSoccer (ikki trý, sum vit upprunaliga skrivaðu). Hetta gevur tilsamans 93 mál. Enn hevur hon tríggjar dystir eftir í niðara endaspælinum í bestu deildini og tríggjar landskappingardystir eftir í U16-kappingini, har Skála sær út til at fara at vinna greipuna. Skála vann 4-0 í steypafinaluni móti FC Hoyvík í vikuskiftinum, har Sara var dagsins leikari við trimum málum.
Sum skilst hevur Sara verið og royndarvant við FC Nordsjælland fyrr í ár, og tað ljóðar, at ein møguleiki er fyri, at hon fer at skifta til danska felagið eftir hetta kappingarárið. Í hesum felagnum spælir Kára Sigurðsson frammanundan, sum er frá sama árgangi.
Greinin er dagførd kl. 12.56
