Ein leikari hevur skarað framúr við málskjóting í ár fyri Skála.
15 ára gamla Sara Benjaminsen, ið er dóttir landsliðslegenduna Fróða Benjaminsen, hevur havt eitt framúrskarandi kappingarár higartil fyri Skála.
Longu nú áðrenn summarsteðgin hevur hon skorað 40 mál í landskappingini. 29 í 10 dystum í U16-kappingini fyri oddaliðið Skála í FM-bólkinum og 11 mál í 10 dystum fyri besta liðið hjá Skála, sum liggur nummar seks í bestu deildini.
Sostatt hevur Sara í 20 landskappingardystum í U16 og Betri Deildini skorað heili 40 mál, sum eru heilt óvanliga góð hagtøl fyri ein leikara, tá vit ikki eru komin til summarsteðgin enn.