Í dag bleiv hol sett á ''silly season'' til kappingarárið 2024.
Í Fótbóltspráti hjá KVF kom fram, at samband hevur verið millum HB og Sámal Erik Hentze. Tað ljóðar, at møguleiki er fyri, at Sámal Erik Hentze verður venjari hjá HB í 2024, har hann seinast var í 2009, tá hann vann FM við HB.
Eisini ljóðar, at HB-toppskjúttin, Adrian Justinussen, er á veg til barndómsfelagið Víking. Hoyr alla sendingina HER