KÍ fekk FM-steypið handað í dag, tá síðsta umfar var í bestui kvinnudeildini.
Síðsta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum var leikt í kuldanum í dag. KÍ vann 2-0 á Tórsvølli móti HB og fekk FM-steypið handað eftir dystin. NSÍ vann stórsigur á 8-0 móti EB/Streymi/Skála og tað merkir, at NSÍ endaði á 2. plássi. B36 vann stórsigur á heimavølli móti botnliðnum TB/FCS/Royn, ið tó hevur gjørt stór framstiog í ár.
Úrslitini í síðsta umfarinum:
HB-KÍ 0-2
NSÍ-EB/Streymur/Skála 8-0
B36-TB/FCS/Royn 5-0