Tað er ein broyting í flytingarvindeyganum í føroyskum fótbólti, tí í tráð við FIFA-reglugerð, so kunnu sáttmálaleysir leikarar flyta uttanfyri flytingarvindeygað.
Tó ikki so seint í kappingini, at tað kann kann ganga útyvir ítróttarliga integritetin í kappingini.
Soleiðis stendur í leikarareglugerðini:
§ 6. Skrásetingartíðarskeið (flytingargluggar)
Leikarar kunnu einans verða skrásettir í einum av teimum báðum árligu skrásetingartíðarskeiðunum sum FSF hevur ásett. Sum eitt undantak til regluna, kann yrkisleikari, ið hevur sáttmála sum er útgingin áðrenn endan av einum skrásetingartíðarskeiði, tó verða skrásettur uttanfyri hetta skrásetingartíðarskeið. Tílíkar skrásetingar av yrkisleikarum kunnu fara fram treytað av, at atlit er tikið til ítróttarliga integritetin í viðkomandi kapping. Tá ein sáttmáli er uppsagdur heimilað (við “just cause”), kann FIFA seta í verk bráðfeingis átøk fyri at forða fyri misnýtslu, eftir Article 22 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players.
i. Sum eitt fyribils undantak, hevur ein yrkisleikari, ið hevur sáttmála sum er útgingin ella sum er uppsagdur vegna COVID-19, rætt til at verða skrásettur av einum fótbóltssambandi uttanfyri eitt skrásetingartíðarskeið, óansæð nær sáttmálin er dagfestur at fara úr gildi ella er uppsagdur.
Sum bolt.fo skilir, so er talan um sáttmálaleysir leikarar sum blíva sáttmálaleikarar, sum fáa í minsta lagi áleið 14.000 kr. frá felagnum og at helvtin av samlaðu inntøkuni hjá leikaranum kemur frá fótbóltsfelagnum. Hetta ber til fram til flytingarvindeygað stongir 12. juli í summar.