KÍ kunngjørdi í dag nýggjan vinstra bakk.
Hann hevur røtur úr Fílabeinsstrondini, men hevur eisini norskt pass. 24 ára gamli vinstri bakkurin hevur spælt U17, U18 og U19-landsdystir fyri Norra árini 2017-2019. Hann er 1,70 metur høgur og verður lýstur sum ein álopssinnaður bakkur við góðum driblingum. Í 2024 spældi hann við Egersunds í næstbestu deildini, har hann spældi 24 av 30 dystum frá byrjan. Egersunds endaði á 4. plássi í kappingini.