HB fer at hava stóra útskifting á málmansøkinum.
Frá HB frætta vit, at eykamálverjin í fjør, Rasmus Nilsson, er givin. Semja er um at enda samstarvið og hann fer aftur til Danmarkar.
Rasmus spældi sambært FaroeSoccer tríggjar landskappingardystir fyri HB í fjør. Sostatt skal HB sannlíkt hava ein nýggjan málverja afturat, tí Teitur M. Gestsson er eisini givin.