Tað er greitt, at fyrrverandi U21-landsliðsleikarin heldur ikki fram í barndómsfelagnum AB.
23 ára gamli Ragnar Skála, sum í 2021 og 2022 spældi fimm U21-landsdystir, heldur ikki fram í barndómsfelagnum AB. Tað váttar hann fyri bolt.fo. Hann var valdur til ársins leikara í AB í 2022. Sum skilst hava í øllum førum feløg sum 07 Vestur, Skála og B68 víst honum áhuga, men hann hevur onga avgerð tikið enn um, í hvørjum felagi í Betri Deildini hann verður at síggja í.