Radnicki 1923 raðfestir altjóða dystin móti KÍ.
Radnicki 1923 spældi í kvøld sín fyrsta landskappingardyst. Liðið gjørdi heili seks útskiftingar í mun til dystin móti KÍ hóskvøldið. M.a. vóru royndu miðverjarnir og málverjin ikki við frá byrjan og ei heldur Issa Bah, ið er ein av álopskendu lyklaleikarunum. Tveir av leikarunum sum byrjaðu inni hóskvøldið blivu skiftir inn, men fýra leikarar spældu als ikki, sum byrjaðu hóskvøldið. Dysturin endaði 1-1.
Í miðlunum í Serbia stendur, at dysturin móti KÍ kravdi nógva orku at heimasíðan hjá Radnicki 1923 skrivar, at heimaliðið Radnicki 1923 spældi ein góðan dyst so leingi sum orkan var til staðar. Aðrir miðlar skriva, at útiliðið tók yvir í seinna hálvleiki. Sjúka hevur eisini rakt hópin hjá Radnicki 1923 og tí vóru fleiri leikarar als ikki við. Miðlarnir vísa á, hvussu týdningarmikil dysturin móti KÍ hóskvøldið er.
At raðfestingin er til Conference league vístu áskoðaratølini eisini. 3000 áskoðarar vóru í kvøld ímun til 8000 móti KÍ.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í Conference League 2025 hava: