Tað verður minst ein útskifting á starvsnevndarvalinum 8. mars.
Rúni Herup Olsen hevur sitið síðstu fýra árini og stendur fyri vali hesaferð. Tað sama gera Christian F. Andreasen, Róin Schrøter og Fríðin Ziskason. Freistin at stilla upp er 20 dagar undan fundinum. Rúni váttar fyri bolt.fo, at hann stillar ikki uppaftur. Hann leggur afturat, at eingin ósemja ella ónøgd liggur aftanfyri hetta valið, sum hann sjálvur hevur valt.