Nú er greitt, at varaforsetin Róin Schrøter stillar upp til FSF-starvsnevndarvalið, sum verður 8. mars.
Tað eru feløgini í Suðuroynni, sum eru Royn, TB og FC Suðuroy, ið stilla Róin Schrøter upp. Frammanundan er greitt, at KÍ og Víkingur stilla Fríðin Ziskason upp, meðan B71, 07 Vestur og MB stilla Sólrun Hendriksdfóttir Sørensen upp. Nógv bendur eisini á, at Christian F. Andreasen verður einasta valevnið til forseta. Rúni Herup Olsen, ið hevur sitið í starvsnevndini síðstu fýra árini, stillar ikki uppaftur.
Christian, Fríðin og Róin blivu allir valdir á fyrsta sinni í 2010 og hava sitið síðani. Hesaferð skulu forseti og tríggir starvsnevndarlimir veljast.